Ahlala, les langues finno-ougriennes ont encore du travail pour se faire connaître dans l'espace médiatique. Non, RFI, on ne dit pas "livonien", mais "live". Et si si, le live a encore quelques locuteurs, même si aucun n'a baigné dans un contexte livophone (?) dès l'enfance. Petit doute sur le mari, pour moi c'est "mari des plaines" (j'ai dû lire ça dans les #EFO ) mais wikipedia dit mari des prairies (calque de l'anglais ?)
Ça me rappelle l'oudmourte qui est parfois écrit oudmourt ou udmurt.
Nú ber eisini til at posta her á Mastodon #efo umvegis Buffer https://buffer.com/mastodon
Tað er snilt, um tú er virkin á fleiri pallum (Facebook, LinkedIn, Instagram, TikTok) ella um postarnir ikki skulu avstað beinan vegin.
Eg eri farin at brúka tað til @edd, soleiðis at dagsins orð frá í gjár verður postað 1 minutt yvir miðnátt - eisini um eg ikki siti við telduna tá.
Í Skannaranum hesa ferð https://www.buzzsprout.com/2062515/episodes/11887302 tosa Brynhild og @ossur við meg um Mastodon og #efo
@Skannarin er brúkari her á e.fo, og um tú ikki longu fylgir teimum, so er kann tað viðmælast #fylg. Tey hava og umhugsa eftir øllum at døma framyvir at royna hendan pallin (e.fo/Mastodon) at fáa hugskot og afturboðanir frá lurtarum.
Eisini er @ossur her og Brynhild lovar í sendingini, at hon eisini verður at finna skjótt her.
Mastodon ambætari sum statiskt vevstað. Tryggari, bíligari, einfaldari. Hevur onkur hug at royna tað? https://die-partei.social/@hackernews/109467815351680198 #kt #efo #mastodon #nørdarí
Il est arrivé ! Hâte de dévorer le dernier numéro triple (oui, triple : 2019-2020-2021 📗 📕 📘 ) des #EFO (Études Finno-Ougriennes), aux presses de l'#Inalco. C'est la seule revue de #finno-ougristique française, un monument ! Pour l'instant, je profite de la couverture (parce que je ne suis pas à Paris).
A dans trois ans pour le prochain numéro ? 😂
Note : pour les curieux, il est aussi accessible en numérique sur #openeditions :
https://journals.openedition.org/efo/
#openeditions #finno #inalco #efo
#rita1tima byrjar í dag.
Um tit ikki hava roynt tey fyrr, so er eitt gott hugskot at royna blokkaspølini, sum finnast á føroyskum á https://blockly.games/?lang=fo
Aðrir møguleikar eru hourofcode.com ella Advent of Code.
Eins og undanfarin ár, so skipar KT-felagið fyri lutakasti millum allar flokkar, sum forrita í minst ein tíma. Send boð til @rita áðrenn 19/12 kl 12 her á #efo við navninum á flokkinum og hvussu nógv tit eru.
Øll frá 1. flokki til Setrið kunnu vera við.
Fílurin og fuglurin
Góð samanbering millum Mastodon (#efo) og Twitter.
https://beincrypto.com/learn/mastodon-decentralized-twitter-alternative/
Nøkur brand (felagsskapir og virkir) eru longu á #efo, millum onnur @Alfred @pedagogfelag @Spyr @tokni @edd @translateme @Skannarin @Heilsuroktarafelagid @Gosouthcarrental @RCBIXIN
Nathalie Dmitri hevur 4 ráð til teg, sum vil brúka Mastodon / #efo til #branding
1. Einasti møguleikin er "organic engagement", t.e. hart arbeiði
2. Persónligt samband krevst
3. Best er at hava tín egna ambætara
4. Men tín egni ambætari krevur, at tú hevur umsjón við øllum samskifti
Viðv. punkt 4, so er tað ikki nógv øðrvísi enn bólkar og síður á øðrum sosialum pallum.
https://thesocialelement.agency/the-rise-of-mastodon-twitter
Høvuðsboðskapurin á høvuðssíðuni hjá Mastodon er, at tað ikki er til sølu.
Víðari siga tey, at heimarenslið hjá tær eigur vera fylt við tí, sum hevur størst týdning fyri teg - og ikki ta, sum ein stórfyritøka heldur, at tú skal síggja.
Vert at hava í huga, tá tú vilt branda teg á #efo / Mastodon
Í einum bloggi hjá oslo.town greiða tey frá teirra hugburði til #branding nú fakfelagssamstarvið "LO i Oslo" er komið á ambætaran.
Tey siga, at brand sjálvsagt skulu halda reglurnar hjá ambætaranum - íroknað "null spamm" - eins og allar aðrar kontur í Mastodon netverkinum.
Tað merkir, at brúkarar einans síggja viðkomandi brand, um tey serskilt biðja um tað - ella um onkur annar brúkari, sum tey fylgja, stimbrar postar hjá brandinum.
#efo heldur nokk somu linju
Skal virkið ella felagsskapurin hjá tær vera á #efo?
Stutta svarið hjá Augie Ray í viðheftu grein er: ja, men einans um tað skapar virði fyri kundarnar.
Ráðini eru: ver lítillátin og halt teg langt vekk, um tú ætlar at bumba fólk við lýsingum.
https://www.linkedin.com/pulse/should-your-brand-mastodon-you-learned-key-lesson-social-augie-ray/
Hósdagin 1. desember havi eg eina stutta og ókeypis verkstovu í Hugskotinum um hvussu virkir og felagsskapir kunnu fyrihalda seg til #efo og Mastodon. Í tí sambandinum ætli eg at deila greinar v.m. um evnið - og frámerki tær #branding. Lat meg frætta, um tú hevur hugskot og viðmerkingar til evnið.