Threads frá Facebook/Meta verður eftir øllum at døma knýtt í fediversið eins og Mastodon (e.fo). Her er ein frágreiðing um hvat og hvussu: https://blog.joinmastodon.org/2023/07/what-to-know-about-threads/ #eforáð
e.fo er nú dagført til Mastodon útgávu 4.1.1 🥳
Eg hevði vónað at orðið "Sertokki" (fyri "Preferences") nú var broytt til "Stillingar", men allarhelst er eingin dagføring frá Crowdin (har føroyska umsetingin er) hesu ferð.
https://crowdin.com/translate/mastodon/all/en-fo?filter=basic&value=0#q=sertokki
Uppskot um málsligar batar kunnu annars leggjast inn har.
Góð stutt frágreiðing um fediversið https://framatube.org/w/9dRFC6Ya11NCVeYKn8ZhiD
HT @tchambers
Leitimaskina til postar í fediversinum https://stealthward.xyz #eforáð @aspublic@mastodon.social
Nú ber eisini til at posta her á Mastodon #efo umvegis Buffer https://buffer.com/mastodon
Tað er snilt, um tú er virkin á fleiri pallum (Facebook, LinkedIn, Instagram, TikTok) ella um postarnir ikki skulu avstað beinan vegin.
Eg eri farin at brúka tað til @edd, soleiðis at dagsins orð frá í gjár verður postað 1 minutt yvir miðnátt - eisini um eg ikki siti við telduna tá.
@olavur #eforáð mælt verður til at antin skriva hashtags við #camelCase ella #PascalCase, á hendan hátt fáa amboð tey sjónveiku nýta lisið tey upp sum orð, og ikki bara bronglaðan tekst
#eforad #camelcase #pascalcase
Nú er fríteksta-leiting sett upp her á e.fo, so tað er lættari at finna gamlar postar.
Brúka leitifeltið. #eforáð #elasticsearch
Á e.fo og Mastodon yvirhøvur er tað soleiðis, at tað stórt sæð bara er tann, sum hevur postað, sum sær, at tær dámar postin. Talið á teimum, sum hava dámað ein post, sæst ikki í yvirlitum, men bara, um tú letur postin ella viðmerkingina upp.
Um tú sær ein post og heldur, at onnur eisini eiga at síggja hann, so skal tú trýsta á BOOST (stimbra) knøttin til vinstru. #eforáð
Framløgan frá verkstovuni í Hugskotinum í gjár um e.fo er á https://www.slideserve.com/olavur/verkstova-um-e-fo-hugskotinum-1-des-2022
Viðmerkið her ella sendið mær beinleiðis boð. #eforáð
@Gunn @runi @Trondur @Michel @Oda @martinandreas @Laursen @julius @winthereig
Um 45 minuttir verður ein ókeypis e.fo verkstova í Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn.
Evnið er "Hvussu skulu virkir og felagsskapir so fyrihalda seg til e.fo og Mastodon?"
Sig mær frá, um tú vil luttaka.
Ein annar møguleiki - um tú ikki vil síggja t.d. tíðindapostar - er at brúka filtur. Far undir Stillingar -> Filtur -> Legg afturat -> Vel heiti v.m. og skriva t.d. #tíðindi í leititeigin. Allir tíðindabottarnir á e.fo brúka frámerkið #tíðindi - Sí https://docs.joinmastodon.org/user/moderating/ #eforáð
Havi lagt Whalebird inn á telduna.
Tað er ein Mastodon-app við einum brúkaramarkamóti sum líkist Slack og sum finst til Windows, Mac og Linux.
Snilt, um tú hevur fleiri Mastodon-kontur (á e.fo og/ella aðrastaðni)
Sum @meinhardd nevnir, so ber til at doyva bottarnar í lokala streyminum. Tað verður gjørt við at trýsta á teir tríggjar prikkarnar niðast í høgru síðu av einum posti frá bottinum og so at velja "Mute" sum víst á myndini.
Tað eri eg, sum havi sett bottarnar upp, í fyrstu atløgu @kvfbot @dimmabot @vpbot @infobot @portalbot. Væntandi koma fleiri.
Ynskir tú at síggja postar frá tíðinda-bottunum undir einum, so kanst tú fara inn á https://e.fo/tags/t%C3%AD%C3%B0indi og har fylgja frámerkinum
Tú kanst velja, hvør skal síggja postin hjá tær. Trýst á globussin niðanfyri tekstateigin og vel, um posturin skal vera 1) sjónligur fyri øll, 2) ikki lættur at finna, 3) sjónligur fyri tínar fylgjarar einans ella 4) einans sjónligur fyri tey, sum eru nevnd í postinum.
Óansæð, so mást tú geva gætur, at postarnir eru ikki bronglaðir, so umsitarar v.fl. kunnu í prinsippinum lesa postarnar. Brúka Signal (finn meg á +298 556600), um tú hevur brúk fyri eini tryggari og góðari samskiftisrás. #eforáð