Seinnu árini hava alsamt fleiri valt at taka sína hægri útbúgving á Setrinum, men vit vita eisini frá kanningum, at tey lesandi nevna ónøktandi fysiskar karmar á Setrinum og bústaðartrot sum meinbogar í lestrarlívinum. Tað skulu Føroyar loysa við at fremja kampusætlanina stig fyri stig, so vit fáa skapt eitt spennandi og mennandi lestrarumhvøvi her, har lestraríbúðir eisini verða til taks, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/landsstyrismadurin-a-vitjan-nu-skal-sjotil-setast-a/
#setrid #setur #frodskaparseturforoya #kampus
Fróðskapur: Frí atgongd til 667 greinar og 49 bøkur
Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðani 1952. Í nýggjasta ritinum, nr. 68 frá 2022, eru 5 greinar.
Eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út.
https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/frodskapur-fri-atgongd-til-667-greinar-og-49-bokur/
#setrid #setur #frodskaparseturforoya