Ársins orð - næstu 10 árini: samanbræðing
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er eydnast at fáa meira orku ÚR eini samanbræðing (fusjón) enn løgd var Í, og skulu vit trúgva teimum klóku, so merkir tað byrjanina til eina orkukollvelting.
Gongur væl, so eru fyrstu samanbræðingarorkuverkini í rakstri um 10 ár.
#visindi #gransking #setrid #setur
Framløgan hjá mær um #kampus fyri forfólkunum í politisku flokkunum á valfundi í dag - og eftirfylgjandi kjak um #gransking #útbúgving og #lestrarlív
#kampus #gransking #utbugving #lestrarliv #LV2022 #setrid #logmansholl #kongsholl
Um 20 minuttir byrjar valfundurin í Kongshøll. Verður stroymdur á https://youtu.be/tgq7nl7BMzw
#setrid #kampus #utbugving #gransking #lestrarliv #LV2022
Stroymt verður frá valfundinum í Kongshøll kl 15 í dag. Leinkið er https://youtu.be/tgq7nl7BMzw
Sjálvur fari eg at greiða frá um #kampus ætlaninar, áðrenn forfólkini fara at kjakast, og seinni fara bæði Martin Zachariassen @martinz, Magni Mohr og eitt umboð fyri tey lesandi at greiða frá um ávikavist #útbúgving, #gransking og #lestrarlív.
#kampus #utbugving #gransking #lestrarliv #setrid
Tveir dagar á #Hindsgavl Arctic Workshop við fremstu granskarunum og akademisku leiðarunum úr Grønlandi og Danmark, ið hava tosa um granskingarsamtarv millum londini í kongaríkinum. Eingin føroysk luttøka og Føroyar er ikki nevnt eina einastu ferð av nøkrum av røðarunum ella áhoyrarum. Hvussu hettar ber til við einum nýggjum føroyskum Arktiskum politikki er undrunarvert. #gransking #arktis #føroyar
#hindsgavl #gransking #Arktis #foroyar
Brian Vinter (Aarhus Uni.), Hanne Hvidtfeldt Christiansen (Svalbard), Carina Ren (Ålborg Uni) og Rasmus Antoft (Ålborg Uni) tosa um praktisk viðurskiftið í mun til tættari samstarv millum londini í kongaríkinum. #gransking #Arktis
Hanne Hvidtfekdt Christiansen úr University Centre Svalbard greiður frá ætlanunum um Arctic Earth System Science Education (Arctic ESSE) samstarvinum. #gransking #arktis #føroyar #grønland
#gransking #Arktis #foroyar #gronland
Thomas Winkler (Arktiskur sendimaður), Aaja Chemnitz (IA) og Josephine Nymand (Grønlands Forskningsråd) tosa um hvussu gransking í Arktis og samstarv millum londini í Kongaríkinum skal síggja út komandi árini #gransking #arktis #grønland #danmark
#gransking #Arktis #gronland #danmark
@olavur skuldi vit tosa saman onkuntíð um rss fyri granskarar? Tað er fantastiska hent fyri granskarar sum skulu stríðast fyri at halda seg dagførdar. #gransking
Veitst tú av sjósílaverkætlanini hjá Fiskaaling? Okkum tørvar hjálp frá tykkum sílafiskarum. Afturfyri eru tit við í lutakasti um 10.000 kr.
https://www.fiskaaling.fo/t%C3%AD%C3%B0indi/%C3%B8k-um-vitanina-um-sj%C3%B3s%C3%ADl-og-vinn-10000-kr/
#fiskaaling #gransking #sjolsil
Kunningarfundur um stuðul frá Granskingarráðnum í 2023 #gransking #setrið #kongshøll @AnnikaSolvara https://e.fo/@AnnikaSolvara/109358698377103940
Eitt hugskot @Martinnsimonsen @olavur eg havi verið við at skipa fyri fleiri world seabird twitter conferences. Setrið ella deildir á setrinum, burdi/kundi skipa fyri mastodon conferansum um eitthvørt evni ELLA at vísindavøkan bleiv partvíst online! Sí td hesa greinina sum vit fingu við í Science einaferð: https://www.science.org/doi/10.1126/science.352.6292.1404-b #vísind #gransking #vísindamiðling
#vísind #gransking #vísindamiðling