@Trondur Eg haldi, at teir blivu bleikir, tí at fyrstu forsagnirnar aftaná exit-poll vóru so skeivar, og tað kom ikki heilt á beint fyrr enn Argir kom inn.
Annars rokni eg við, at samanteljingarnar vóru betri forsagnir enn exit-poll og "forsagnirnar".
Í viðheftu mynd havi eg samanborið endaliga úrslitið (kl 23:45) við samanteljingina eftir 46 valstøð (kl 21:44), svarandi til 33% av atkvøðunum. Har eru munirnir rættiliga lítlir; einasti stóri munurin er at Framsókn fór 1,1% meira fram.
Men tað skal sigast, at tað var alt innan fyri óvissuna uppá 2,3% :-) #lv22
Nú endaliga úrslitið er tøkt, sæst at exit-poll var (nokkso) skeivt.
A: 7->6
B: 6->7
C: 8->9
D:0->0
E:7->6
F:3->3
H:2->2
3 røtt av 7 møguligum. Allir 4 stóru flokkarnir skeivir.
Mest upplagdu samgongumøguleikarnir eru framvegis BCF (19) og CEF (18). Ruth situr við trumfinum #lv22
Høvdu Flóvin og Regin brúkt broytingarnar millum 2019 og 2022 á smáu valstøðunum (heldur enn at líta á justering útfrá smáu exit poll tølunum), so høvdu fyrstu forsagnirnar verið rættari. Hinvegin var exit-poll kanningin beinrakin #lv22