Ólavur Ellefsen · @olavur
392 followers · 1211 posts · Server e.fo

Tað er eftir øllum at døma nokkso lætt at brúka skapandi vitlíki til at gera nýtt skapandi vitlíki, og tað er ikki so nógv, sum t.d. OpenAI kann gera fyri at forða tær í at gera tað (annað enn at seta tað sum eina brúkstreyt, ið er ring at handhevja).

Sí grein í Decoder um hvussu Stanford granskarar hava gjørt ein GPT-3.5 kloning the-decoder.com/stanfords-alpa

HT @mojuha @ldubost

#tv #tilgjortvit #skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 869 posts · Server e.fo

Eg legði hugsaninar hjá mær um út á Facebook og fekk nógvar og góðar viðmerkingar.

Ein var frá Gunnari Restorff, sum helt fyri, at frægari (enn ) var at brúka heitið "tilgjørt vit", sum millum annað verður brúkt í KT-verkfrøði á Setrinum.

Eg haldi næstan, at eg eri samdur, men umberingin hjá mær var, at tað ikki stendur í enskt-føroysku orðabókini á Sprotanum. Nú eg hyggi aftur, so síggi eg, at tað er í føroyskt-ensku orðabókini sprotin.fo/dictionaries?_Searc

#skapandivitliki #vitliki #tilgjortvit #tv

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 865 posts · Server e.fo

Ein spurningur, sum hevur stungið seg upp, er um rættindi til tað, sum skapandi vitlíki ger. Tað er trenað upp við upprunamyndum og øðrum upprunatilfari og spurningurin er, um ikki tann, ið skapti upprunan eigur at fáa lut í vinninginum. Trupulleikin er sporføri, tí tað er torført ella ógjørligt at eyðmerkja keldurnar.

Tøkni kann altíð brúkast til bæði tað góða og tað ringa, og vit kunnu tað sama venja okkum við, at hetta nýggja amboðið er tøkt & at duga at gagnnýta tað.

10/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 864 posts · Server e.fo

Í oktober hevði Listaskálin eina serframsýning, har tey bóðu okkum ímynda okkum, at Føroyar vóru avmyndaðar av størstu listafólkunum í søguni so sum Michelangelo, Van Gogh, Georgia O’Keeffe ella Monet. Myndirnar vóru gjørdar við skapandi vitlíki - og tú kanst sjálvur brúka Midjourney ella Stable Diffusion at gera tínar egnu myndir.

9/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 863 posts · Server e.fo

Av tí at alt, sum skapandi vitlíki veit, kemur av netinum og tað bara í avmarkaðan mun er blivið vant av við ónollurnar, so er tað fult í fordómum og tú skal ikki líta á tað, tá tað kemur til fakta.

8/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 862 posts · Server e.fo

Onkuntíð sníkir eitt danskt, norskt ella íslendskt orð seg upp ímillum og onkuntíð svarar tað á enskum, men so kann man bara biðja tað rætta orðini og vinarliga svara á føroyskum.

Nógvir vælmeinandi serfrøðingar hava sagt, at vit skulu royna at fjala føroyskt fyri vitlíkinum - fyri soleiðis at verja okkum ímóti svindlarum og spammi. Tað er so ov seint nú og eg haldi, at vit skulu seta fulla ferð á føroyska máltøkni, so vit fáa størst møguligt gagn burtur úr hesum.

7/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 861 posts · Server e.fo

Tú kanst fáa ChatGPT at finna uppá eina skemtisøgu, skriva tær eina yrking ella eina røðu til trímenningin - ella gera tær ein samandrátt av einum longum skjali.

Ikki nokk við tí. Skapandi vitlíki dugir føroyskt.

Tú kanst til dømis biðja ChatGPT lesa og gera ein samandrátt av nýggja samgonguskjalinum - ella at vísa á, hvørji viðurskifti eru gloymd ella misskilt í skjalinum og fáa eitt katalog við hugskotum til eina betraða útgávu. Alt á føroyskum. Eisini stílarnir.

6/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 860 posts · Server e.fo

Vit kunnu seta spurningin, um tað framvegis hevur týdning, at tú dugir at skriva stíl ella at tekna myndir. Eins og vit kunnu spyrja, um tað er neyðugt at duga at rokna, tá tú hevur roknimaskinur, og um tað er neyðugt at finna veg, tá tú hevur GPS. Einfalda svarið er ja, tí vit mugu duga at klára okkum, tá teldurnar ikki eru tøkar, og vit mugu hava kritiska sansin at eftirkanna tað, sum teldurnar koma við, tí tað er ikki altíð eftirfarandi.

5/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 859 posts · Server e.fo

Dømi er um ein - Ammaar Reshi - sum brúkti eitt vikuskifti og ChatGPT og MidJourney vitlíki til at gera og útgeva eina barnabók á Amazon - uttan hvørki at skriva ella tekna nakað sjálvur.

Næmingar kunnu brúka ChatGPT at skriva ein stíl ella aðra skúlauppgávu fyri seg. Av tí at skapandi vitlíki ger unikt tilfar, so eru skipanir, sum vanliga vera brúktar til at eftirkanna ritstuldur (plagiat), nyttuleysar. So her og nú hava lærarar eina stóra avbjóðing.

4/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 858 posts · Server e.fo

Ert tú forritari, kann skapandi vitlíkið GitHub Copilot gera teg til ein betri forritara og koma við hugskotum um øðrvísi loysnir og at forrita skjótari.

Skapandi vitlíki kann brúkast í heilsuverkinum at finna nýggj mynstur í heilsudátum ella at skapa nýggjan heilivág.

Lýsingafólk kunnu brúka til dømis Dall-E at gera eina nýggja mynd, sum hóskar til nýggja søluátakið.

3/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 857 posts · Server e.fo

Heldur enn bara at viðgera og samanseta verandi dátur kann skapandi vitlíki gera teldur førar fyri at ala fram heilt nýtt og unikt tilfar. Tað veri seg tekstir, myndir, ljóð ella hvat tað skal vera.

Tað eru nógv, sum siga, at skapandi vitlíki er størsta tøkniliga frambrotið í 2022 og at tað er at líkna við tá internetið ella iPhone'in komu fram.

Nakað av tí er bara til stuttleika - annað er meira álvarsligt og nyttugt.

2/10

#skapandivitliki

Last updated 2 years ago