Ólavur Ellefsen · @olavur
397 followers · 1240 posts · Server e.fo

Áhugaverd samrøða við Torben í tíðindunum á nátturða um at tað nú skal bera til at fara innum gjaldsmúrin hjá Frihedsbrevet og lesa greinar við ChatGPT. Eg havi roynt, men fái ikki hol ígjøgnum.

Er tað eydnast hjá nøkrum øðrum - ella eru aðrar keldur? Leinki?

Tað einasta, eg dugdi at finna, var ein gamal postur á Reddit, og har sýnist niðurstøðan vera, at ChatGPT bara finnur uppá eina grein útfrá URL'inum reddit.com/r/OpenAI/comments/1

#hugskotid #chatgpt #vitliki #tv #tilgjortvit

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
395 followers · 1237 posts · Server e.fo

Íverksetarafyritøkur í Evropa farnar í gongd við at styrkja ikki-ensk mál í skapandi vitlíki. Millum annað finska Silo AI, ið eftir øllum at døma roynir at styrkja svenskt, norskt, danskt og íslendskt techzine.eu/news/applications/

Hvussu við føroyskum?

#tilgjortvit #tv #vitliki #maltokni

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
392 followers · 1211 posts · Server e.fo

Tað er eftir øllum at døma nokkso lætt at brúka skapandi vitlíki til at gera nýtt skapandi vitlíki, og tað er ikki so nógv, sum t.d. OpenAI kann gera fyri at forða tær í at gera tað (annað enn at seta tað sum eina brúkstreyt, ið er ring at handhevja).

Sí grein í Decoder um hvussu Stanford granskarar hava gjørt ein GPT-3.5 kloning the-decoder.com/stanfords-alpa

HT @mojuha @ldubost

#tv #tilgjortvit #skapandivitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
392 followers · 1191 posts · Server e.fo

Ófatiliga skjót generering av myndum við tilgjørdum viti: open.ai/images

#tv #tilgjortvit #vitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
392 followers · 1188 posts · Server e.fo
Ólavur Ellefsen · @olavur
360 followers · 997 posts · Server e.fo
Ólavur Ellefsen · @olavur
360 followers · 997 posts · Server e.fo

Hvussu hevur ChatGPT lært at svara tær? youtu.be/k9Sps7ciNTE

#tv #ai #tilgjortvit #vitliki

Last updated 2 years ago

Ólavur Ellefsen · @olavur
357 followers · 964 posts · Server e.fo
Ólavur Ellefsen · @olavur
345 followers · 869 posts · Server e.fo

Eg legði hugsaninar hjá mær um út á Facebook og fekk nógvar og góðar viðmerkingar.

Ein var frá Gunnari Restorff, sum helt fyri, at frægari (enn ) var at brúka heitið "tilgjørt vit", sum millum annað verður brúkt í KT-verkfrøði á Setrinum.

Eg haldi næstan, at eg eri samdur, men umberingin hjá mær var, at tað ikki stendur í enskt-føroysku orðabókini á Sprotanum. Nú eg hyggi aftur, so síggi eg, at tað er í føroyskt-ensku orðabókini sprotin.fo/dictionaries?_Searc

#skapandivitliki #vitliki #tilgjortvit #tv

Last updated 2 years ago