Nú ber til at velja føroyskt markamót her á e.fo 🇫🇴 eins og á øllum øðrum Mastodon ambætarum, sum eru komin á útgávu 4.1.0
Um tú sært onkra skeiva ella óhepna umseting, so ber til at rætta ella koma við uppskotum um rættingar inni á https://crowdin.com/project/mastodon/fo
Takk fyri umsetingarnar @hilmar @Vilhjalmur @translateme @meinhardd @anfinnur @turmzfo @torkildjurhuus @stinabald @ossur @roije @heini @gargron (umframt krvi) !
@Vilhjalmur Møguliga er tað ikki neyðugt. Tað sær ikki út til at hava forðað øðrum málum í at blíva útgivin #umseting.
Nú tá vit hava umsett Mastodon; hvat er so næst? Hvat siga tit til at umseta Firefox kagan? #umseting https://pontoon.mozilla.org/fo/
So er 76% av Mastodon umsett #umseting https://crowdin.com/project/mastodon/fo @hilmar @Vilhjalmur @translateme @meinhardd @anfinnur @turmzfo @torkildjurhuus @stinabald @ossur @roije @heini
13 fólk hava nú umsett 44% av Mastodon til føroyskt.
Tað hevði verið sera gott, um tú hevði eina løtu at umseta, rættlesa og/ella atkvøða inni á https://crowdin.com/project/mastodon/fo #umseting #rættstaving
Nú er 38% av Mastodon umsett, so tað nærkast, at vit kunnu fáa eina føroyska útgávu av #efo
Øll hjálp er kærkomin - og kann vónandi koma okkum øllum til góðar, tá aðrar skipanir skulu umsetast.
Á https://crowdin.com/project/mastodon/reports/top-members -> Faroese sæst ein listi við teimum, sum higartil hava givið íkast. #umseting
28% av Mastodon-orðunum umsett til føroyskt. #umseting https://crowdin.com/project/mastodon
Sær út til at okkurt longu er komið inn, sí t.d.
"New translations en.json (Faroese)" í https://github.com/mastodon/mastodon/pull/20759 #umseting
@halgir Eg rokni við at vit skulu upp á 100%ish - og so skal eitt pull request til á https://github.com/mastodon/mastodon #umseting
@Gunnar Gott er at gruna. Postarnir eru á føroyskum, men brúkaramarkamótið er ikki á føroyskum ...enn. Gongd er á málinum (at umseta Mastodon til føroyskt) og tú ert vælkomin at geva eitt íkast inni á https://crowdin.com/project/mastodon/fo #umseting
@aellindsson Nei, ikki sum er. Mín tanki var at brúka Crowdin pallin og koma til semju inni har við at atkvøða fyri og ímóti ymiskum uppskotum um umsetingar.
Hinvegin er upplagt at taka kjakið inni her á #efo eisini og so frámerkja postarnar #umseting. Tað snilda er, at klikkir tú á #umseting, so sær tú allar postar um tað.
Gongur rætta vegin við at umseta Mastodon. Longu komin uppá 10%. Her sæst, hvør hevur umsett hvat: https://crowdin.com/project/mastodon/activity-stream - eg síggi millum onnur @translateme @Vilhjalmur @hilmar @roije @stinabald @meidam @turmzfo #umseting
Gongur rætta vegin við at umseta av Mastodon. Longu komin uppá 10%. Her sæst, hvør hevur umsett hvat: https://crowdin.com/project/mastodon/activity-stream - eg síggi millum onnur @translateme @Vilhjalmur @hilmar @roije @stinabald @meidam @turmzfo #umseting
Brúk er fyri øllum góðum kreftum at umseta Mastodon til føroyskt. Tað verður gjørt inni á Crowdin, og øll kunnu vera við. Higartil er 4% umsett. https://crowdin.com/project/mastodon/fo #umseting #mastodon #efo
@hilmar Tað er bara at hjálpa til við at umseta inni á https://crowdin.com/project/mastodon #efo #umseting